Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Hon hevur vundið tvøguna fyri seinastu ferð eftir at hava vaskað fyri Tórshavnar kommunu í samfull 46 ár.

Mary Jensen vaskaði Dagstovnin við Velbastaðvegin í 28 ár, og aftaná tað hevur hon vaskað Býráðssalin, Móttøkuhúsið og Degnshús í 18 ár.

Fyrstu ferð hon skimmaði við Velbastaðvegin var í 1973, tá ið stovnurin lat upp.  

Í sambandi við at Mary er givin sum vaskikona, beyð Heðin Mortensen, borgarstjóri, henni til ein drekkamunn á Ráðhúsinum í dag.

Mary er avbera fyrikomandi og hevur altíð verið arbeiðssom og álítandi í starvinum. Sum tøkk fyri drúgva tænastu fekk Mary eina gávukurv og bringuprýði frá Tórshavnar kommunu.

Mary er 78 ár, nú hon er givin at vaska fyri Tórshavnar kommunu.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo