Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum verður nógv gjørt burturúr einum Vatnsoyratunli, ið sigst at skula loysa allar ferðslutrupulleikarnar í Vágum.

Vatnsoyratunnilin verður harumframt viðgjørdur sum um hann er tann besta loysnin fyri Vágar, men so er ikki sambært serfrøðini hjá Landsverki.

Besta loysnin fyri Vágar og bíligasta loysnin fyri Føroyar er sambært serfrøðini hjá Landsverki ein tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs saman við einum umkoyringarvegi um Sandavág og Miðvág.

Nettupp henda loysnin fer at minka mest um ferðsluna ígjøgnum Sandavág og Miðvág, ja, úr heilum 4.000 akførum um samdøgrið, sum er talið í dag, niður á 1.200 akfør.

Verða rundkoyringar við íbinding harafturat gjørdar ovarlaga á Giljanesi og Norðuri á Heiðum, fer ferðslan at minka enn meira, tí at serliga ferðslan millum flogvøllin og bygdirnar uttan fyri vatn øðrumegin og Sandavág hinumegin fer tá uttan um Miðvág.

Harumframt er sannlíkt, at ferðslan úr norðastu og innastu býlingunum í Miðvági, sum ikki hevur ørindi í Miðvági fer heldur at nýta henda vegin enn at koyra ígjøgnum Miðvág.

Eisini fer ein slík loysn at geva góðar møguleikar fyri útstykkingum í framtíðini.

Vatnsoyratunnilin hinvegin loysir ferðslutrupulleikarnar í Vágum bara lutvíst av tí einføldu orsøk at hann er einans mindaður uppá ferðsluna millum Tórshavn og Flogvøllin. Við øðrum orðum, hann loysir als ikki trupulleikarnar í Vágum, tá ið ræður um innanoyggjarferðslu.

Vatnsoyratunnilin hevur eisini aðrar trupulleikar við sær, tá ið hann verður samanborin við tunnil frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs saman við einum umkoyringarvegi um Sandavág og Miðvág og verða nakrir fáir nevndir niðanfyri:

► Vatnsoyratunnilin kostar umleið 150 mió. kr. meira og er tískil mikið truplari at fremja á Løgtingi, tí at hesin peningur kann heldur verða nýttur til aðra átrokandi verkætlan.

► Vatnsoyratunnilin fer lutvíst at avbyrgja Miðvág og Sandavág vinnuliga og mentanarliga.

► Vatnsoyratunnilin kann hava við sær, at Landsverk fer at niður raðfesta farleiðina um Háls í Sandavági og sostatt leingja farleiðina úr Miðvági og Sandavági til Tórshavnar munandi.

► Vatnsoyratunnilin kann hava við sær, at Bygdaleiðir fara at niður raðfesta farleiðina úr Miðvági og Sandavági til Tórshavnar.

► Vatnsoyratunnilin loysir sum áður nevnt als ikki trupulleikarnar í Vágum, tá ið ræður um innanoyggjarferðslu.

Samanumtikið fer ein loysn við tunli frá landsvegnum við Fútaklett til Sandavágs saman við einum umkoyringarvegi um Sandavág og Miðvág at tæna øllum í Vágum og sostatt ikki at skaða áhugamálini hjá nakrari bygd í Vágum.

Harumframt fer ein slík loysn at gera ferðsluna millum Tórshavn og Flogvøllin sera smidliga.

Vatnsoyratunnilin afturímóti kann sáa split í millum bygdirnar í Vágum og harvið skaða tað góða samstarv, sum er í Vágum í dag.

Sí Landsverk: Samferðsluætlan 2018-2030 – Sandavágshálsur – Sandavágur – Miðvágur: trýst her

Borgari í Vágum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo