Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ringrás og FNU skipa í samstarvi við Norðurlandahúsið fyri pallborðskjaki um orku, veðurlagsbroytingar og náttúruvernd mikukvøldið 15. mai kl. 19:00. Tiltakið verður í Høllini í Norðurlandahúsinum.

Avleiðingarnar av mannaskaptu veðurlagsbroytingunum gerast alsamt týðiligari, og vit verða mint á, at vit mugu seta átøk í verk beinanvegin fyri at basa teimum. Hesi átøk eru tilreiðar at gera Føroyar meira sjálvbjargnar og burðardyggar.

Men er politiski viljin til staðar at raðfesta og fremja neyðugu átøkini, og verða hesi framd nóg skynsamt, soleiðis at orkunýtslan ikki máar burturav føroysku náttúruni?

Sambært altjóða veðurlagsnevndini hjá ST, IPCC, er neyðugt at minka útlátið við heili 45% fram til 2030, sammet við 2010, fyri at avmarka fylgjurnar av veðurlagsbroytingum, eins og samtykt var at gera við París sáttmálanum, sum Føroyar hava bundið seg til.

Hvat ætla valevnini til komandi løgtingsval ítøkiliga at gera fyri at røkka hesum máli?

Hetta koma umboð úr teimum 8 politisku flokkunum, sum stilla upp til komandi løgtingsval, at kjakast um.

Áðrenn kjakið koma Kári Mortensen, deildarleiðari á Orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni, og Bogi Hansen, havfrøðingur, ávikavist at greiða frá góðu møguleikunum at gerast leys av oljuni, og møguligu avleiðingunum, um vit lata standa við.

Kári Mortenen og Bogi Hansen eru harumframt partur av einum toymi av faktatjekkarum, sum hevur møguleika at koma við rættleiðingum og viðmerkingum, um tey halda tað vera neyðugt og gagnligt fyri kjakið.

Í hesum toyminum eru:
- Ragnheiður Bogadóttir, humanvistfrøðingur
- Kári Mortensen, deildarleiðari á Orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni
- Bogi Hansen, havfrøðingur
- Jógvan D. Hansen, heimspekingur

Skrá:
Kl. 19:00: Fyriskipararnir bjóða vælkomin og orðstýrarin presenterar skránna
Kl. 19:05: Fyrilestur
Kl. 19.20: 1. Kjakumfar
Kl. 20:10: 1. Høvi at seta spurningar
Kl. 20.15: Steðgur
Kl. 20:30: Bárður Persson undirheldur við einum hugvekjandi skemtitátti
Kl. 20:40: 2. Kjakumfar
Kl. 21:15: 2. Høvi at seta spurningar
Kl. 21:20: 3. Kjakumfar
Kl. 21:55: 3. Høvi at seta spurningar
Kl. 22:00: Liðugt

Tiltakið er ókeypis.

Tey, sum ikki fáa komið, kunnu fylgja við umvegis internetið, tí tiltakið verður stroymað! Leinkið til stroymingina verður deilt á: https://www.facebook.com/events/327052927903337/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo