Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kunnandi fundur um tillagingar til veðurlagsbroytingar við serligum denti á kommunala økið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í dag 6. Juni kl. 13-15.

Heimsins lond hava í drúgvt áramál roynt at semjast um hvat gerast kann við veðurlagsbroytingarnar, ið so smátt eru við at merkjast. Roynt hevur verið at fáa heimsins lond at draga somu línu fyri at tálma veðurlagsbroytingunum, og at fáa stjórnir at seta í verk tálmandi tiltøk.

Undirtøkan fyri hesum hevur verið misjøvn, og nú tykist vera rættiliga víst, at ikki slepst undan ávirkan av veðurlagsbroytingum, tað er bert ein spurningur um hvussu álvarsligar hendingarnar fara at vera.

Væntaðu ávirkanirnar av veðurlagsbroytingunum eru ymiskar, og raka ymisk lond á ymsan hátt, men sum heild verður veðrið meira ógvusligt. Fyri Føroyar merkir hetta t.d., at vit kunnu vænta fleiri ódnir, og tá serliga skaðaódnir.

Hetta eru viðurskifti sum raka tann einstaka borgaran, lokalar myndugleikar og vinnulív, og tí hevur tað sera stóran týdning at kunna byrgja upp fyri, at ov stórir skaðar henda.

Fróðskaparsetur Føroya, Tórshavnar kommuna og SEV eru við í eini altjóða verkætlan um tillagingar til komandi veðurlagsbroytingar við serligum atliti til kommunala økið, og í hesum sambandi verður hildin kunnandi fundur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum mikudagin 6. juni kl. 13-15, har allar kommunur og viðkomandi feløg, virkir og stovnar eru boðin við.

Á fundinum verða úrslit løgd fram frá eini kanning, um hvat kommunur kunnu gera og hava gjørt til tess at fyribyrgja skaðaárinum av veðurlagsbroytingum. Harumframt verður víst hvussu søguligar veðurdátur kunnu brúkast at hyggja eftir, hvørt veðrið er vorðið ógvusligari seinastu árini, og eisini verður komið inn á hvussu hesar dátur kunnu brúkast til at samanbera við skaðafráboðanir til tryggingarfeløg.

Eisini verða fundarluttakararnir hoyrdir, um hvørjar royndir og viðmerkingar ymsu kommunurnar, feløgini, virkini og stovnarnir hava til tað, sum verður lagt fram.

Framløgur verða úr Føroyum, Svøríki, og Írlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo