Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heimurin merkir stóru broytingarnar í veðurlagnum, sum hava vanlukkuligar fylgir við sær. Tað feskasta dømi er óhugnaligi eldurin í Avstralia, har uml 500 mió. djór hava latið lív, harav 8000 koalabjarnir, eini 25 fólk hava latið lív og fleiri 1000 eru vorðin heimleys. Tað er hjartaskerandi at síggja myndir´úr Avstralia av líðandi djórum og menniskjum , og vil eg nýta høvi at vísa mína størstu samkenslu við landinum, sum í hesum døgum er so illa rakt.

Vit síggja ógvusligar skógareldar, ógvusligar ódnir og óvanligan hita í sjógvi og á landi, tí veðurlagsbroytingarnar eru her.

Í Føroyum hoyrast javnan útsagnir sum “Hvat hevur veðurlagsspurningurin við okkum at gera?”, “Hvat kunnu vit gera við alheimsveðurlagskreppuna? “ ella “Veðurlagsbroytingar er tað reina møsn”. Eftir mínum tykki hevur hetta alt við okkum at gera. Veðurlagsbroytingarnar raka eisini okkum. Havið kring Føroyar gerst heitari, og hetta er ein beinleiðis hóttan ímóti okkara livibreyði - tilfeingið sum í havinum svimur.

Sum arktisk tjóð eiga vit at vera við til at vísa vegin. Vit eiga at sýna altjóða ábyrgd og gera okkara til at útlátið minkar. Sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum stóð eg á odda fyri veðurlagspolitikki Føroya í 2009. Eitt samt løgting tók undir við veðurlagspolitikkinum, um at Føroyar skuldu skerja útlátið við 20 % í 2020 í mun til útlátið í 2005. Í dag skriva vit 2020, og tíverri hevur gongdin gingið skeiva vegin, og Føroyar hava hægsta útlátið í heiminum roknað fyri hvønn íbúgva. Hetta er alt annað enn hugaligt. 

Havnin á odda á verðurlagsøkinum
Á býráðsfundi fyri jól samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð ein framsøknan orkupolitikk, sum fer at minka útlátið 50 % í 2025 í mun til útlátið í 2016. Vit hava játtað 5 mió.kr á fíggjarætlanini í 2020 til endamálið, og í langtíðarætlanini fram til 2025 eru settar av 13,5 mió.kr.

Tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna sum høvuðsstaðarkommuna gongur á odda at basa veðurlagsbroytingunum og tekur avgerandi stig á leiðini at minka munandi um vakstrarhúsgassini. Tað er avgerandi neyðugt, at vit taka umhvørvið í størsta álvara, og tað er týdningarmikið, at vit sum arktisk tjóð eisini eru við til at vísa vegin.

Sjálvberandi í varandi orku
Føroyar innflyta fyri yvir 1,2 milliardir um árið í olju, og Tórshavnar kommuna eigur ein stóran part av hesum. Tí eiga vit at gera okkum óheft av oljuni og vera sjálvberandi við varandi orku. Hetta styrkir eisini um okkara kappingarføri. Í ferðavinnuhøpi eru eisini nógvir fyrimunir við at minka um vakstrarhúsgassini.

Ferðafólk seta alsamt fleiri krøv til burðardyggar loysnir. Vit selja Føroyar sum “Faroe Islands – Unspoiled, Unexplored, Unbelievable”, og tað er tí umráðandi, at ferðandi eisini uppliva hetta, tá ið tey koma handavegin.

Komandi fríggjadag verður fundur við landsstýrismannin í Umhvørvis- og ferðavinnumálum. Á fundinum verður eisini verðurlagsspurningurin og samstarvið millum land og kommunur viðgjørdur. Mín vón er, at vit fáa eitt gott og neyðugt samstarv við landsmyndugleikarnar um veðurlagsspurningin.

Gott nýggjár øll somul.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo