Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin upp í strúk í vindi av útsynningi sum fer upp í útnyrðing, regn fyrrapartin og hitin 6 til 8 stig.

Týsdagin melur hann fyrst av ymsum ættum, seinni kemur hann við væl av vindi, upp í 17 metrar um sekundið av útsynningi og suðri og tað fer at regna illa. Hitin 6-9 stig.

Mikudagin strúkur í vindi millum landsynning og útsynning, regn ella ælaveður, serliga fyrrapartin, men eisini løtur við sól, hitin 8-9 stig.

Hósdagin kemur hann høgt men bert eitt lítið lot, skýggjað men seinnapartin sól og hitin 6-8 stig.

Fríggjadagin ein ond av suðri og nógv sól, fyrst kalt, um fimm stig, seinni lýggjari, um 9 stig.

Næsta vikuskifti og fyrstu dagarnir í næstu viku verða eisini merktir av góðveðri sambært langtíðarforsøgnini. Lítil vindur, mest vesturætt ella høgætt og sami hiti, eini 6-8 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo