Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nakað av vindi kann væntast seinnapartin í dag og út ímóti kvøldi, og serliga um midnáttarleitið, kann hann koma við hørðum hvirlum. Vindferðin verður 16 - 24 m/s og ættin verður mest útsynningur.

Men longu í morgin minkar vindurin. Tá verður lot upp í frískt lot, 8 - 10 m/s og ælaveður fyrru helvt av vikuni, og mest vesturætt, millum útsynning og útnyrðing.

Seinnu helvt av vikuni doyr vindurin mestsum burtur, og veðrið verður bara heilt gott. Turt fyri tað mesta og sól av og á.

Teir sum ætla at fletta kunnu fegnast um, at tað verður ikki ov kalt, millum 8 og 12 stig, kanska eitt sindur kaldari um náttina, og tað er galdandi fyri alla vikuna sum kemur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo