Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Veðrið komandi vikuna verður merkt av lýkku, sólløtum og eysturhallari lágætt. Hetta er ættin, sum kann elva til mjørka eystanfyri og sól vestanfyri.

Í morgin verður hann landsynningur í ættini, upp í strúk sum minkar móti kvøldi, turt og hitin um 10 stig.

Týsdagin verður eisini frískur vindur um middagsleitið, men seinni minkar vindurin og hitin kemur upp í eini 12 stig, hóast tað verður skýggjað mestsum allan dagin.

Mikudagin somuleiðis mest skýggjð og ættin verður mest eystan men sera lítil vindur, løtur við sól og sami hiti, um 12 stig.

Hósdagin og fríggjadagin lovar hann sól, gul av eystri ella landsynningi og sami hiti, um eini 10 stig ella nakað meira, serliga vestanfyri.

Forsøgnin sigur, at hetta veðrið heldur fram alt næsta vikuskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo