Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað verður fitt av vindi í morgin afturat, síðani verður mestsum stilli og kalt seinnu helvtina av vikuni ið kemur.

Veðrið í morgin fer at líkjast nógv tí í dag. Burtursæð frá einum skáa í kvøld og fram til nakað eftir midnátt verður ættin útsynningur, strúkur í vindi ella hvassur vindur, okkurt smávegis ælstroyggj og hitin um 7 stig.

Týsdagin bert fleyr til gul lágt, sól ella sólglottar, hitin 6-7 stig.

Mikudagin kemur hann høgt, nakað frískari vindur, okkurt æli um middagsleitið, annars turt og tað kølnar, sum frálíður niður ímóti frostmarkinum.

Hósdagin fyrst landnyrðingur, seinni eystan, men bert ein ond, sólglottar og hitin um frostmarkið.

Fríggjadagin ornar aftur, tá kemur hann av suðri, andøvsgul, sólglottar, hitin um 4 stig.

Leygardagin gul til andøvsgul lágt og hitin upp í 7 stig og sunnudagin upp í strúk í vindi av beinum vestri, sólglottar men móti kvøldi regn og hitin um 6 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo