Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum ein óbindandi veðurlagspolitikk fyri Føroyar. Ætlanin var at minka útlátið við 20% áðrenn 2020 sammett við útlátið í 2005. Í dag er støðan tó tann, at útlátið er voksið við umleið 10 prosentum.
Um landsstýrið veruliga ætlar at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, so eru neyðugt at samtykkja eina veðurlagslóg, ið er bindandi.

Við eini ambitiøsari veðurlagslóg skulu vit binda okkum til at minka um útlátið við í minsta lagi 45% fram til 2030 sammett við útlátið í 2010, fyri at fylgja málinum í paríssáttmálanum. Fyri at náa málsetninginum í veðurlagslógini eigur ein greið virkisætlan at gerast, sum sigur, hvussu vit minka útlátið ár fyri ár fram til 2030. Ætlanin skal eftirmetast á hvørjum ári, og partmál skulu eisini setast fyri t.d. 5. hvørt ár. Hetta skal tryggja, at ein og hvør samgonga er bundin til at halda veðurlagslógina, umframt teir sáttmálar, vit hava bundið okkum til, t.e. paríssáttmálan og sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi.

Vit eru í eini veðurlagskreppu
Veðurlagsbroytingarnar eru átrokandi og hava longu ógvuslig árin á fólk og náttúru kring allan heimin. Avleiðingarnar eru so ógvusligar, at vit kveppast við, tá vit síggja tíðindi úr útheiminum um turk, skógareldar, bránaðar jøklar, útdoyggjan av plantum og djórum, øktan vatnstand, havsúrgan, søkkandi oyggjasamfeløg, og hvussu vanlukkurnar bert gerast vanligari og ógvusligari.

Vit síggja eisini ørkymlandi árin í Føroyum. Havtemperatururin økist, og hetta kann hava álvarsamar avleiðingar fyri gýting hjá toski, árstíðirnar javnast út, og kavin sæst ikki liggja á sama hátt. Føroyar sleppa heldur ikki undan ógvusligaru árinunum, ið onnur lond eru og verða rakt av. Eitt nú gerast matvøruprísir og -trygd óstøðug orsaka av turki, ov høgum hita og einum vaksandi tali av konfliktum, ið standast av veðurlagsbroytingum.

Hvussu kunnu vit minka um útlátið?
Virkisætlanin hjá Umhvørvisstovuni og Innlendismálaráðnum skjótt syftir seiðir og tunga takið frá 2008 hevði boð uppá minking á øllum økjum; t.e. í húsarhaldum, í orkunýtslu, í vinnuni o.ø. Eina slíka virkisætlan eiga vit at gera, ið skal samvirka við veðurlagslógina, soleiðis at vit ár fyri ár minka um útlátið á øllum økjum.

Uppskotið til veðurlagspolitikk frá 2019 vísti eisini á gongdar leiðir:

• Mett var, at útlátið frá húsarhaldum og bygningum kann minkast við 55%, um vit bjálva og leggja orkunýtsluna um til varandi orku.

• Umleggingar kunnu vera kostnaðarmiklar, og húski hava tí tørv á møguleika fyri óheftari og ókeypis vegleiðing.

• Betri møguleikar at byggja og tillaga skip, soleiðis at skipini og tøknin umborð hava minni orkunýtslu við sær,

umframt 17 onnur átøk, ið kunnu setast í verk fyri at minka um útlátið. Tað vil siga, at nógvar loysnir longu eru klárar úti í Landsstýrinum at seta í verk.

Vilja vit gera mun?
Klassiska mótargumentið um, at vit eru ov lítil og ov fá at gera mun, tað heldur ikki. Í einum samvirkandi heimi verður okkara atferð spegla í øðrum menniskjum og tvørturum landamørk. Hvørji einstøk okkara ávirka onnur menniskju hvønn dag - við tí vit gera og tí vit ikki gera.

Eisini Føroyar hava týdning. Tað, at fokusera uppá Føroyar fyri seg, gevur ikki meining. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum, har vit samskifta við útheimin og hava møguleikan at ávirka onnur lond. Bæði politiskt og gjøgnum sosialar miðlar.

Ein bindandi veðurlagslóg setir Føroyar á heimskortið sum partur av teimum londum, ið ganga á odda. Við eini veðurlagslóg kunnu vit verða við til at fáa eina dominoeffekt á onnur lond. Tí er spurningurin ikki, um vit gera ein mun, men um vit vilja gera mun.

Ein bindandi veðurlagslóg hevur týdning, tí vit uppliva ferð eftir ferð, at óbindandi mál flyta okkum ikki frameftir og skapa ikki tey úrslit, ið okkum tørvar. Tað er ov lætt at renna undan ábyrgd, tá málini eru óbindandi. Vit skulu minka um okkara útlát áðrenn 2030, og til tað krevst, at Landsstýrið bindir seg til málið og stendur til svars fyri avgerðirnar, ið verða tiknar.

Elsa Berg,
Limur í Ringrás

Hervør Pálsdóttir,
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo