Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herfyri broytti Veðurstøðin navn til Veðurstovu Føroya, tá Løgtingið hækkaði játtanina til veðurtænastuna, so nú verður skjøtul settur á at menna og dagføra eina nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki.

Veðurstova Føroya verður skipað sum ein deild undir Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Veðurstøðin hevur altíð verið í Havn, fyrst úti við Grønlands- og Svaldbardsvegin og síðan uppi við Hoyvíksvegin. Veðurtænastan varð yvirtikin frá DMI tann 1. apríl 2009.

Í ætlanini framgekk púra greitt, at høvuðsdeild og vaktarstova framhaldandi verður á veðurstøðini í Havn. Veðurstøðin er umvæld seinnu árini og vil við smáum broytingum og ábótum kunna nýtast sum høvuðsdeild fyri Veðurstovuna.

Nakað annað er, at í sambandi við tilbúgving, so verður møguleikin kannaður at gera vaktararbeiðspláss á viðkomandi støðum, so veðurfrøðingar í ávísum førum kunnu arbeiða har, og stuðla í sambandi við ymisk hjálpar- og bjargingararbeiði. Men Veðurstøða Føroya hevur høvuðssæti í Havn.

Sostatt er ongin orsøk til at spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um stovnurin kann leggjast í Klaksvík ella aðrastaðni undir páskoti av, at undanfarna samgonga segði seg hava sum mál, at “nýggir almennir stovnar skuldi í størst møguligan mun verða staðsettir uttanfyri miðstaðarøkið”.

Tí hetta er ikki ein nýggjur stovnur. Hetta er ein gamal og rótfestur stovnur, sum púra nátúrliga hoyrir heima í Havn, har hann í mong ár hevur átt sítt fasta pláss og hevur flestu síni samstørv. Og har skal hann verða verandi.

Heðin Mortensen,
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo