Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður bjóðað til ókeypis ráðstevnu í Løkshøll mikukvøldið 26. august kl. 19 – 22.

Tilmelding á www.loksholl.fo.  Ráðstevnan verður eisini stroymd á netinum.

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, skrivar soleiðis:

Higartil størsta undirstøðuíløgan í søgu landsins verður framd í hesum døgum og væntandi verður tað koyrandi undir Tangafirði – millum høvuðsstaðin og landsins næststørstu miðsavning av íbúgvum – um eitt ár. Við hesum fer ferðsluliga heildarmyndin í miðøkinum og í landinum yvirhøvur at broytast munandi.

Onki ávirkar borgarar og samfeløg meiri enn broytingar og framtøk á infrastruktuella mótinum. Eitt framkomið samfelag virkar ikki optimalt, um ravmagn, fjarskifti og verkliga undirstøðan við vegum, brúm og tunlum ikki eru í fullgóðum máti í mun til vinnu, tænastu og flytbari hjá fólki.

Hvørja ávirkan nýggja farleiðin fer at hava í staðbundnu samfeløgunum báðumegin við tunnilsmunnarnar, og í landinum sum heild, kann tað bara gitast um. Nógvir tunlar og undirsjóvarsmogur eru gjørdar í Europu og í grannalondunum seinastu nógvu árini, og eitt dømi um tvey høpi, sum nú eru knýtt saman við undirsjóvartunli, og sum kortini høvdu vegasamband frammanundan, eru økini báðumegin við fjarðarmunnan á Hvalfjørðinum í Íslandi, har endamálið við verkætlanini var at knýta Akranes og høvuðsstaðin Reykjavík nærri at hvørjumøðrum.

Hendan íslendska loysnin líkist nógv tí, sum hendir í miðstaðarøkinum í Føroyum í løtuni. Eitt minni og størsta økið (í fólkatali) í landinum verða samanknýtt, soleiðis, at tey infrastruktuelt eru væl nærri enn frammandunan, hóast tað er koyrandi ímillum frammanundan. Flutningstíðin minkar fýra ferðir – úr einum klokkutíma niður á ein fjórðingstíma.

Setir man eitt passarabein niður á Flesjarnar og sveipar hitt beinið í kring, við Kirkjubønesi sum útryðju, býr meiri enn helmingurin av landsins borgarum í einum og sama øki um eitt ár. Tað fer uttan iva at hava nakrar flytingar og broytingar við sær, serliga tí økini á onkrum mótum eru rættiliga ymisk, hóast tey yvirskipað helst fara at hóska saman, táið almenna tyngdin ræður í høvuðsstaðnum í mun til privata bulin við Skálafjørðin.

Tað eru helst líka nógvar meiningar, sum vit eru íbúgvar í økinum, um hvørjar avleiðingar og hvørjir møguleikar liggja í tí veruleika, at tunnilin letur upp fyri ferðslu um eitt lítið ár. Kortini eiga vit at skifta orð um málið, eisini fyri at tey fólkavaldu kunnu fáa eina peiling av hvønn vegin rákið rekur í opponiónini. Á tann hátt fær staðbundna politiska valdið brúkt megina á røttum staði, um ábøtur krevjast, fyri at fremja framtíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo