Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagsskapurin hjá vegetarum í Danmark, Dansk Vegetarisk Forening, hevur savnað 270.000 krónur saman, sum skulu brúkast til at fara í rættin við tí almenna. Felagsskapurin ætlar at stevna einum ella um neyðugt fleiri dagstovnum, ellisheimum, sjúkrahúsum og møguliga øðrum við, sum ikki vilja viðurkenna, at brúkarin hevur rætt til at fáa vegetariskan mat.

Í einum ritzau telegrammi, sum DR endurgevur, sigur aðalskrivarin, Rune-Christoffer Dragsdahl, at málið er at samla eina hálva millión krónur saman áðrenn farið verður í holtur við stevningarnar.

Hóast tað er almennur politikkur, at dagstovnar o.l. skulu bjóða heilsugóðan mat, so halda ikki øll, at tað merkir mat uttan at kjøt og annað, sum vegetarar ikki eta, er koyrt í.

- Vit hava dømi um foreldur sum hava spurt hjá 10 ymiskum dagstovnum um at fáa vegetariskan ella veganskan mat til børnini, men tað er noktað allastaðni, sigur Rune-Christoffer Dragsdahl.

Sagt verður, at í Danmark eru 2,5% av fólkunum, ella umleið 140.000 fólk, vegetarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo