Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið ávarar fólk sum koyra bil á leiðini frá Leirvík niðan á Gøtueiðið.

- Vegurin er sera hálur, helst tí olja er komin á vegin, og neyðugt er at vísa størsta varsemi, sigur politiið í fráboðan.

Tað fer eftir øllum at døma at taka fleiri tímar at spula vegin reinan aftur, sigur politiið.

Sum skilst er tað ein tangabilur, sum hevur mist nakað av olju á vegin.

- Tað sum síðani hendir er, at bilar koyra í oljuni og dragsa hana við sær long strekki, sigur politiið.

Tí má koyrast við størsta varsemi og minni ferð enn vanligt, eisini inni í Leirvíkstunlinum, sigur poliið, sum er á staðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo