Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað eru fleiri politikarar og vinnulívsmenn, sum seta spurning við, um fiskimálaráðharrin veit, hvat hann ætlar, og eisini verður spurt um allir samgongulimir taka undir við ætlanunum hjá fiskimálaráðharranum um at alt skal fara á uppboðssølu.

Politikarar hava sagt alment í miðlunum, at fiskiráðharrin ikki er ítøkiligur, at hann er sera ógreiður, tá ið hann skal greiða frá, og spyrja hví hann ikki bara tekur alt fram aftur, sum hann skrivaði, tá ið hann sat í andstøðu, har alt varð greitt sett upp, punkt fyri punkt, hvussu tann føroyska fiskivinnan skuldi rekast og stjórnast.

Eisini verður spurt, hví fiskiráðharrin er so grammur eftir at fáa hinar flokkarnar við, um tað er tí, at hann er bangin fyri at samgongulimir ikki fara at taka undir við nýskipanini, ella tí hann vil hava eina breiða semju, sum hann veit, hann kortini ikki fær.

At fara undir eina skipan, sum einki annað land í heiminum brúkar, og so ikki at vita, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa á okkara høvuðsvinnu, skapar ikki nógv annað enn ótryggleika.

Og serliga ótrygt, tá ið drívmegin í hesi kollvelting, ikki longur sjálv veit og fær sett orð á, hvat hetta inniber og hvørjar avleiðingarnar gerast fyri vinnuna.

Fiskivinnan er ein tung og kompleks vinna, ja, nakað væl tyngri enn ein telda og eitt excel-ark, og ikki altíð er satt, at tað sum stendur á einum arki, eisini fær verið brúkt úti í veruliga lívinum við sama úrsliti.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo