Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

BankNordik og Atlantic Airways samstarva um at fáa føroyskar útisetar at velja Føroya. Ein stórur partur av okkara ungdómi býr uttanfyri Føroyar, og tí hevur tað sera stóran týdning, at stór feløg sum BankNordik og Atlantic Airways gera sítt fyri at fáa hesi ungu við góðum útbúgvingum heim aftur til Føroya, so føroyska samfelagið kann fáa ágóðan av teimum.

Tiltak á Norðuratlants Bryggjuni 30. mars kl. 19.30
Hvørt ár flyta á leið 1.500 føroyingar til Føroya. Tað kann tykjast sum ein stór broyting at flyta heim til Føroya eftir fleiri ár uttanlands, og tað eru nógv ymisk viðurskifti, man skal kunna seg um í sambandi við flytingina. Hetta gera BankNordik og Atlantic Airways nú nakað við. Tí skipa tey fyri tiltakinum, Vel Føroyar, ið verður á Norðuratlants Bryggjuni hóskvøldið, 30. mars kl. 19.30. Vel Føroyar er eitt kunnandi tiltak, ið er snikkað til føroyingar, ið umhugsa at flyta heim – eisini til tey, ið ikki ætla heim til Føroya beint nú, men um nøkur ár.

Á skránni eru viðkomandi framløgur um alt, man skal vita, tá ið man flytur til Føroya. Millum annað hvussu man finnur bústað í Føroyum, hvussu man fær sethúsafígging, hvussu man ger við donsku eftirlønina, hvat man hevur rætt til sum arbeiðsleys/ur, og hvat TAKS sigur um ymisk skattaviðurskifti og barsil í Føroyum. Eisini verður ein fullfýggjað flytivegleiðing gjørd, sum útisetarnir fáa við sær heim.

Høvi verður eisini at hoyra Jan Ziskasen, stjóra í Føroya Tele, fortelja um, hví hann valdi Føroyar. Jan fer at koma við góðum ráðum til útisetarnar um, hvussu tey finna dreymastarvið í Føroyum. Sí alla skránna á www.banknordik.fo/velforoyar.

Kokka Jam og live tónleikur
Nakað heilt nýtt, sum vit ikki áður kenna úr Føroyum, er Kokka Jam. Her fara tríggir av okkara bestu kokkum, Leif Sørensen, Áki Herálvsson og Bjarni Mortensen, at ganda við fantastiska, føroyska laksinum. Hiddenfjord hevur latið allan laksin, ið man kann smakka til Kokka Jammið.

Hiddenfjord letur eisini ein stóran pakka av royktum laksi til teir fyrstu 100 gestirnar.

Møguleiki verður at uppliva nýggja og spennandi bólkurin, FRUM, og SAKARIS, ið fer at diska góðan og glaðan tónleik.

Borðreitt verður við alskins útgávum av føroyskum laksi, køldum føroyskum øli, føroyskum vatni og sjálvandi kaffi og onkrum søtum.

Vinn ein flytipakka á virði, 20.000 kr.
Øll, sum koma til tiltakið, eru við í lutakastinum um ein flytipakka við bingju frá Smyril Line, flogferðir frá Atlantic Airways og atgonumerki til Innrás Keypmannahavn.

Øll eru hjartaliga vælkomin og alt er sjálvsagt ókeypis.

Nær og hvar:
30. mars kl. 19.30 á Norðuratlants Bryggjuni, Strandgade 91, København K

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo