Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur um val var í dag.

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri in.fo.

Javnaðarflokkurin hevði fingið 25,8% av atkvøðunum, Fólkaflokkurin 25%, Sambandsflokkurin 17,9% og Tjóðveldi 17,6%, Framsókn 6,6%, Miðflokkurin 4,9% og Sjálvstýri hevði mist 2,3% av atkvøðunum um val var í dag. Sjálvstýrið hevði ikki fingið umboðan á ting, sambært veljarakanningini.

Størstu afturgongdina høvdu Sambandsflokkurin og Sjálvstýri havt og mist ein tinglim hvør, og størstu framgongdina hevði Javnaðarflokkurin havt, hann hevði vunnið tveir tinglimir.

Sostatt hevði sitandi samgonga mist meirilutan, um val var í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo