Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi eina damu, sum verður 40 ár í november og hon hevur ongantíð verið á vali, tí hon fær ikki valkort.

Hon flutti til Føroya saman við mammu síni, tá ið hon var 3 ára gomul og hevur nú búð her í 37 ár, men hon er ikki skrásett sum føroyingur.

Omma Jane bleiv gift við bretska hermanninum Samuel Bingley her heima í Føroyum áðrenn tey fluttu til Onglands undir 2. verðinskríggi.

Stutt eftur tey vóru flutt til Onglands, so fór Samuel aftur í tænastu og Thurid (omma Jane) var nú við barn og fekk eina dóttur, sum fekk navnið Karen Bingley.

Tá ið Karen er góðar 7 mánaðir gomul, so doyr Samuel undir tænastu sum bretskur hermaður í Týsklandi og Thurid flytir heim aftur til Føroya við lítlu Karen.

Tá ið Karen er 20 ára gomul flytur hon til Danmarkar, og hon finnur saman við Paul Flodin (sum er danskari) og tey fáa so eina dóttur, sum bleiv fødd á Hvidovre Hospitali í Sjællandi.

Karen fer heim til Føroya í feriu við lítlu dóttur síni, og hon blívur doypt í Havnar Kirkju og fær navnið Jane Bingley.

Tá ið Jane er 3 ára gomul flytur hon heim til Føroya saman við mammu síni, og her verða tey so verandi.

Karen doyr so av krabbameini í 2012, men Jane hevur verið verandi í Føroyum síðani 1983.

Men í skjótt 37 ár hevur hon ikki fingið valrætt, tí at hon er ikki skrásett sum føroyingur ella dani.

Hvussu hetta ber til vita vit ikki, og vit fáa heldur ikki greitt svar upp á tað.

Vit hava verið hjá Ríkisumboðnum, løgregluni, og eisini vent hesum trupulleika hjá tinglimum í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, men sum hjá løgregluni og Ríkisumboðnum, so kunna teir ikki hjálpa Jane, tí at teir senda hana bara aftur til somu støð har vit hava verið mangan og onga hjálp fáa.

Eg haldi tað vera stór skomm at tinglimir ikki kunna hjálpa tær ella vegleiða teg til rætta stað, tí at hetta er ikki ein trupulleiki, sum 1000 ella 2000 føroyingar hava.

Hetta er óhoyrt at sovorðið ber til hjá einum FØROYINGI, sum ikki fær síni rættindir, sum ein FØROYINGUR!!

Hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin geva greitt svar aftur, men skriva heldur eina stutta grein um trupulleikan, sum eg sjálvur longu havi fortalt teimum.

Jane Bingley er ikki minni Føroyingur enn nakar annar av okkum, hon fekk bara ongantíð síni rættindir, sum FØROYSKUR borgari!!

Men vit hava tinglimir hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, sum opinbart ikki síggja tað so, tí annars høvdu teir tikið hetta málið í álvara.

Jákup Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo