Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyri triðju ferð í 13 ár devaluerar - niðurskrivar - oljulandið Venesuela sítt gjaldoyra, bolivarin. Hesaferð verða seks null skorin burtur, og tilsaman eru 14 null strikað hesi árini.

Inflatiónin er øðilig í Venesuela. Hetta seinasta árið hevur hon verið 3.000 prosent og árið frammanundan var hon heili 9.500 prosent. Tað gjørdi eitt nú, at eitt vanligt breyð kostaði 7 milliónir bolivarar, skrivar miðilin E24.

Milliónir av fólki liva í armóð, og hungursneyð er eisini í landinum, har sosialistar hava rátt fyri borgum leingi. Minstalønin er bert 16 krónur um mánaðin.

Landsins forseti, Nicolás Maduro, sigur, at tað millum annað eru amerikansk handilstiltøk ímóti Venesuela sum gera, at neyðin er so stór. Tað stóð illa til undir fyrrverandi forsetanum Hugo Chávez, sum doyði í 2013, men síðani Nicolás Maduro tók við er støðan bara versnað enn meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo