Á tí frelstu fb. - síðuni "Føroysk rættstaving" eru lyst-stavarar og bendi-manar í ferð við at knokkroyta ófrelstar bendarar, sum antin stava ella benda koronu-tíðindi betonkiliga skeivt.
Fyri hesi fólk er stavingin meira avgerandi, enn substansurin.
Ótrúlig fundamentalisma.
Hvis fólk fata og annars rætta seg eftir teimum kollektivu boðunum, má tað i einari "force majeure"- støðu vera totalt líkagyldugt, um boðskapurin er "rætt" bendur.
Gevið fólki frið fyri "betrivitandi" mál-fútum í eini álvarsamari krisu-støðu.
Tey hava nógv meira átroðkandi mál, enn grammatikk at hugsa um, beint NÚ.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo