Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Ver tú! Er ein handbók hjá børnum um kynsfatan, kærleika og familju. Útgevari eru Ungu Føroyar.

Bókin greiðir lætt og líkatil børnum og teirra vaksnu frá margfeldinum, sum finst innan kynssamleika, kærleika og familjumynstur.

Børn, sum duga væl at lesa, kunnu lesa hana sjálv, og hon hóskar til væl til foreldur og onnur vaksin at lesa fyri børnum.

Eisini kunnu vaksin nýta hana sum stuðul, tá ið tey práta við børn síni um hesi týdningarmiklu evnini.

Jonathan Branfman, ph.d. við Ohio State University, hevur skrivað bókina. Julie Benbassat, sum lesur myndlýsing í Rhode Island School of Design, hevur gjørt tær vøkru og livandi myndirnar.

Julia Rutt Petersen, BA í enskum og filmsvísindum og MA í málfrøði hevur týtt bókina.

Á framløguni, sum var í síðstu viku, tosaði Julia um, hvussu tað var at týða bókina. Hon hevur brotið upp úr nýggjum, kann ein siga, tí hesi viðurskifti verða ikki so ofta umrødd í tí almenna rúminum.

Bókin er fínt ískoyti til undirvísing í kynssamleika, familjumynstri og kærleika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo