40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Stine Gry Kristensen, granskari í gitnaðarføri á Reproduktionsbiologisk Laboratorium á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, metir, at tøknin nú er vorðin somikið framkomin, at tað fer at verða gjørligt hjá monnum at gerast uppá vegin um nøkur fá ár.

- Eg trúgvi, at tað verður annaðhvørt í Fjareystri ella í USA, at vit koma at síggja tann fyrsta mannin, sum er uppá vegin. Í Svøríki hava tey framt lívmóðirtransplantatiónir, men tað hevur verið frá einari kvinnu til eina aðra. Og kanst tú gera tað við kvinnur, so kanst tú ógvuliga sannlíkt eisini gera tað við menn. Tú tekur jú alla lívmóðrina út, har barnið skal liggja, sigur Stine Gry Kristensen við DR.

Hon leggur aftrat, at tann etiska tilgongdin hjá teimum í Fjareystri og í USA er ikki líka konservativ sum tann hjá okkum. Sambært henni er tað tískil væl møguligt, at tað verður innan nøkur fá ár, at vit koma at síggja tann fyrsta mannin, sum er uppá vegin.

DR hevur hugt at teimum týdningarmestu frambrotunum innan vísind í 2018.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo