Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Afturvendandi trupulleikin á Krambatanga heldur fram.

Fólk koma javnan á stongdar dyr, í bæði regni og stormi og ongin hjálp er at heinta.

Fyri nøkrum fáum døgum síðani slógu tríggir týskarar telt upp uttan fyri dyrnar á farstøðini á Krambatanga tí at hurðin sum vanligt varð læst.

Fólk sita mangan bløðrusprongd ella tað ið verri er í bilinum, teir dagar ið nógvir bilar skulu við Smyrli, tí tey ikki sleppa inn á stongdu farstøðina.

Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár til mikla ørkymlan og øsing hjá bæði suðuroyingum og ferðafólki í oynni.

Hvør eigur trupulleikan er semja ikki um, LV ið eigur bygningin sigur at tað er SSL ið leigar bygningin ið hevur ábyrgdina og SSL ið leigar bygningin sigur at tað er LV ið eigur bygningin ið hevur ábyrgdina og soleiðis hevur tað koyrt í áravís til mikla ørkymlan fyri fólk.

Mangur er farin av oynni við bæði bløðru- og lungnabruna tí tey hava staðið í tímavís uttan fyri snøggu, stongdu farstøðina.

Er hettar tænastan ið vit vilja bjóða fólki úr oynni og teimum ið vitja hana?

Fyri trimum árum síðani gjørdi Alvi Mortensen táverandi formaður í Vinnu- og havnanevndini hjá Tvøroyrar kommunu vart við trupulleikan.

Hann varð sendur runt millum SSL og LV, og gjørdi ikki mætari enn at seta seg í samband við táverandi Samferðslumálaráðharra, Henrik Old, sum lovaði at fáa skil upp á støðuna.

Men enn er onki hent, uttan at týskarar hava sett egna farstøð upp.

Eg fari tí at heita á Jørgen Niclasen, Landsstýrismann í samferðslumálum um at loysa okkum hendan trupulleikan sum skjótast og vænti eg at hann ger tað.

Tað kann ikki vera meiningin at vit í 2020 bjóða fólkið vælkomnum á stongdar dyr.

Stjórin á SSL var úti nú ein dagin og segði at fólk vórðu ov tíðliga til bátin, og hann ætlaði onki at gera við málið.

Tað kostaði at hava vaskifólk og tað kostaði at hava vaktarfólk á farstøðini.

Vaskast skal um opið er fýra ferðir 1 tíma ella um opið er allar dagtímarnar og er neyðugt við einum vaktarfólkið?

Vit hava júst nú stýrt Føroyum burtur úr einari Corona kreppu við at geva fólkið álit, hví skal tað ikki rigga suðuri á Krambatanga?

Virðingarmest
Jóhan Eli Poulsen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo