At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var ikki sørt løgið og tankavekjandi at hoyra fleiri av teimum borgarligu kommunalpolitikararunum beint eftir valgið.

Teir tosaðu sera hektiskt um eldrapolitikk, um barnaansing, bústaðarviðurskifti hjá húsvillum og onnur átrokandi social mál.

Her má virkuliga vera hend ein beinleiðis politisk metamorfosa.

Hesi mál eru jú øll reindyrkaður javnaðarpolitikkur, sum hesir flokkar slett ikki vildu vita av, men systematiskt hava barst ímóti, líka frá 1928 til 1958, altso ein heilan mansaldur.

Øll hesi mál eru, sum tey søgukønu vita í sínari tíð reist av Javnaðarflokkinum við tí ótroyttiliga Petur Mohr Dam á odda.

Vit minnast, hvussu ógvisliga fólkaflokkur og serliga tjóveldisflokkurin bardust móti fólkapensiónini.

Nú hykla tey knappliga øgiliga umsorgan og empati fyri teimum gomlu!

Hvar er konsekvensurin hjá hesum opportunistisku vingli-flokkum?

Vit minnast sera væl, hvussu tjóðveldið og fólkaflokkurin háðaðu barnaansing, sum eitt danskt fyribrigdi, sum ikki skuldi  trokast inn  í Føroyum.

Og hvussu harðliga fóru teir ikki eftir Petur Mohr Dam, tá ið hann vildi loysa húsaneyðina í Havn við at fáa skipa fyri bíligari socialari bygging við donskum kredittfeløgum sum sterkum fíggjandi lunnum.

Men tá hálsfevndust tjóðveldismenn og fólkaflokkur við sambandsmonnum um at fora fyri hesu skilagóðu finansiering, tí hon var donsk.

Men hygg eftir teimum í dag.

Nú kappast teir um at egna og fríggja við fleiri av teimum klassisku uppskotunum hjá Petur Mohr Dam.

Tað sær út, sum um teir so smátt eru farnir at føra socialdemokratiskan lokalpolitikk.

Men hjá veljaranum man vera best at halda seg til ta klassisku og ektaðu socialdemokratisku vøruna.

Hinir hermandi eftirstøkkingarnir, sum elta Javnaðarflokkin við tretivu ára millumbili eru bara surrogatir.

Vit trúgva ikki, at hesir ráu populistar knappliga hava fingið nakað socialt medvit ella indignatión.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo