Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Longu í 1521 fór tann ovurríka FUGGER-ættin í gongd við eitt modernað og idealistiskt projekt, har framskygdir arkitektar teknaðu ca. 150 raðhús, sum lógu í parallellum bólkum, og hvørt hús hevði sín egna hava.

Eisini bleiv bygt eitt stórt felagstorg, har leigararnir kundu hittast til túnatos og socialiserandi  samstarv.

Tað er tann FYRSTA SOCIALA byggingin í allari  verðini.

Hon kallast FUGGEREI.

Hesi forvitnisligu hús liggja í tí fyrndargamla og idylliska býnum Augsburg, sum longu bleiv grundaður av keisaranum Augustus.

Byggingin varð ætlað til treingjandi familjur við smáum inntøkum, og leigan var heilt symbolsk.

Enn tann dag í dag kosta hesi væl umtóktu býli minni enn ein euro um mánaðin.

Men bíðitíðin er long.

"NYBODER", sum Chr. IV  bygdi í Kjøpinhavn, er helst inspirerað av Fuggerei, men tað er slett ikki so gjøgnumtonkt og innbjóðandi
Fugger- dynastiið fíggjaði tiltøk í øllum Europa og eisini Suðuramerika.

Teir dynamisku Fuggarnir verða ofta kallaðir verðins fyrstu kapitalistar, men teirra framferð var ikki egoistisk kynisma, men næstan altruistisk fíggjandi  "socialisma" við kollektivari ábyrgd og umsorgan.

Havnar kommuna hevur ovurstóra húsaneyð, men stórt sæð ONGA sociala bygging.

Var tað ikki uppá tíðina, at Tórshavnar býráð í 2021 fer at loysa ta socialu avbjóðingina, sum man í tí rættiliga komservativa Bayern longu loysti fyri 500 árum síðani í 1521?

Í dag finnast nøkur av verðins best skipaðu socialu byggifeløgum í Kjøpinhavn, so tað er ikki neyðugt at fara líka til Augsburgar fyri at finna fyrimyndir, inspiratión og kønar arkitektoniskar mentorar.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo