Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í kvøld, 22 mars kl. 19 verður almennur fundur fyri vinnuna í Vágum og aðalfundur hjá Felagnum Vágar í Beitishúsinum í Miðvági.

Umframt aðalfundin, sum hevur sína føst skrá, so kemur Jógvan við Keldu at hava eina áhugaverda framløgu við yvirskiftini “Verja vit nóg væl borg - hvat standa vit saman um?

Jógvan við Keldu hevur drúgvar royndir frá kommunal- og landspolitikki, umframt at hann hevur verið virkin í vinnulívinum og í dag starvast Jógvan sum samskipari hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík.

Vinnulívsráðið í Klaksvík var stovnað í 1992, tá føroyski búskapurin var í kreppu og hevur verið virkið líka síðan. Skipað verður javnan fyri fyrilestrum av ymiskum slagi, bæði við heimligum og útlendskum gestarøðarum. Umframt tað, so verður skipað fyri netverksfundum, har boðið verður til upplýsingarfundir úti hjá virkjum.

Endamálið hjá Felagnum Vágar er, umframt at reka Vága kunningarstovu, at virka til gagns fyri alt vinnnu- og mentanarlív í Vágum og Mykinesi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo