Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum børn og ung spældu vit, sum fødd eru eftir kríggið, mong ymisk borðspøl. Í einum teirra – kanska var tað Matador – kundi tú ringla teg á ein punt, sum álegði tær at taka eitt kort úr einum bunka á miðjum borði. Á kortunum stóðu boð, sum kundu vera hugaligari ella óhugaligari at fáa.

Rímiliga var alt tá á donskum, og stundum fekst tú hesi óhugaligu boðini: “Gå tilbage til start!”

At kalla somu kenslu, sum tú kendi tá, situr tú við nú, tað tykist vera veruleiki, at fleiri at vísa seg eru samd um at  loyva dønum at gera okkara lítla land til bumbumál. – Enn einaferð!

Tað byrjaði tá seinast í fimmtiárunum, tá ið radari og hernaðarstøð vórðu bygd á Sornfelli. Tá skuldu løgmaður og landsstýrismenn einki vita um hesa skarnsgerð – søgdu teir, men síðan er prógvað, at hetta ikki var satt. Oddamenn Javnaðarfloksins og Sambandsfloksins vistu av øllum – og tagdu.

Kortini vóru tingflokkarnir so frægir, at teir ferð eftir ferð samtyktu á løgtingi, at Føroyar stóðu uttanveltaðar í hernaðarmálum.

Og nú byrjar leikur so aftur.

Framherjin er fólkatingsmaður javnaðarmanna, sum eins og frensur í føstu mjarrar og mjómar í bløðum, tíðindamiðlum og (ó)sosialum miðlum um, at tjóðin nú í 2021 má leggja doyðin á at taka eitt ódnartak, so vit aftur gerast bumbumál í Norðuratlantshavi.

Og frá løgmanni fær hann fulla undirtøku m.a. við hesi grundgeving:

“NATO er grundvøllurin undir trygd og varandi friði í vesturheiminum”.

Ikki er gott at vita, hvør ið er spunasmiður hjá landsins leiðara, tá ið kemur til søguligar spurningar.

Men tey flestu, sum eru so nøkulunda at sær komin, tá ið kemur til søguskriving, vita, at NATO ongantíð hevur verið nakar friðarfelagsskapur.

Í 1974 helt hesin felagsskapurin 25 ára stovningardag. Hann kundi tá hátíðarhalda, at lond úr samgonguni høvdu verið við til at íbirt 25 kríggj. Ja, sjálvt hátíðarárið skutu hermenn úr tveimum Nato-londum eftir hvørjum øðrum – við vápnum, sum stóri stuðulin fyri vestan, USA, hevði selt teimum.

Hevur eingin í Tinganesi hoyrt um Vietnam-kríggið, sum fremsta Nato-landið íbirti?

Og vita søgukønir ráðgevar hjá Bárði og Sjúrði einki um alt sorlið, sum Nato-lond hava verið atvold til bara seinastu 25 árini: á Balkan, í Irak, í Afghanistan, í Libya, í Sýrialandi? Í flestu førum atsóknir, sum bygdu á lygnir, og sum ikki fingu undirtøku í Sameindu Tjóðum.

Vesturlendsk virðir?

Er tað at bumba mentaðar tjóðir aftur í steinøld, at forkoma mentanararvi, sum sigur frá livaðum lívi so langt afturi sum 4000 ár fyri føðing Krists?

Nei, einki er Nato nakar friðarfelagsskapur.

Tað snýr seg um pengar og vald. Nú skal ferð setast á nýggja kappdubbing. Nú skal Vølundur smiður aftur til verka: Fleiri ósemjur, fleiri kríggj. Tað lynnir undir búskapin at fáa gongd á vápnakappdubbingina. Partabrøvini vaksa í virði. Tey fáu gerast ríkari.

Og danir treða lættligan dans. Teir hava verið í mongum bardaga og tapt hvønn tann einasta ein.

Hvar vóru teir, tá ið føroysku sluppirnar vórðu søktar á Bankanum í 1917?

Í 1940 tóku teir væl ímóti týskinum, og stjórnin, sett saman av javnaðarmonnum og teimum radikalu,  gjørdi í einum og øllum, sum Hitler beyð.

Heitt varð á landsmenn um at smetta um fólk, sum fóru upp í mótstøðurørsluna, og fegnir útflýggjaðu danskir myndugleikar nasistunum teir, sum sjálvbodnir vóru farnir til Spanialands at berjast móti fasistiska búrkroppinum Franco; somu viðferð fingu tey, sum politiskt lógu vinstrumegin javnaðarflokkin. Nógv teirra endaðu í týningarlegum og bóru ikki boð í bý.

Nú skulu Føroyar og Grønland bjóðast fram, so danir fáa ein fyrimun í hesum krígsfelagsskapinum.

Her má Føroya løgting tala.

Og tað eru góðar vónir fyri, at meirlutin á løgtingi vísir øllum hervaldi frá sær.

Uttanríkisráðharri okkara umboðar ein flokk, sum í stevnuskrá síni hevur sum eitt hitt fremsta málið at verja barnið í móðurlívi.

Nú hava hann og hansara partamenn møguleika at vísa tað í verki, og vit bíða í spenningi:

Velur Miðflokkurin at verja barnið í móðurlívi, ella velur hann at lívga deyðans keypmonnum og teirra politisku leigusveinum?

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo