Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alt tað eldri fólk minnast, var Fólkaflokkurin pro vesturlendskur og pro NATO flokkur.

Tá føroyskir sosialistar og kommunistar undir kalda krígnum gingu sokallaðu friðargongurnar niðan í Mjørkadal at mótmælað NATO-støðini har uppi, ella tey mótmæltu, tá NATO herskip vitjaðu føroyskar havnir, tá vardi flokkurin og málgagn floksins NATO av heilum hjarta.

Tí NATO var tá, eins og NATO er nú, besta verjan móti teimum totaliteru stórveldunum, ið vilja demokratisku londunum í vesturheiminum ann!

Men, hetta var eisini tíðin, tá vit, ið tá tóku støðu vegna Fólkaflokkin, vildu verja demokratiið og settu frælsi hins einstaka í hásæti bæði so og so!

Tá vóru verjupolitiskar hugsjónir meira ein spuningur um demokratiska sannføring, heldur enn nakað tú bjóðaði út til hægsbjóðandi!

Nú má so ásannast, at flokkshamurin er skiftur. Nú tykjast tey, ið hava totala valdi yvir flokkinum - henda mega konservativa flokskjarnin - ið uttan at himprast ger mun á egnum fólki, at venda NATO ryggin.

Her skal eingin NATO verjuradari setast upp á oyggjunum, uttan at rívuliga verður goldið afturfyri!

Gud viti, hvat svar hjartavinur teirra Putin hevði fingið, um hann bjóðaði teimum ta upphæddina/fyrimunirnar, sum tey krevja.

Tað hevði ivaleyst fallið honum Putin lætt at lagt eina ella tvær krónur omaná marknaðarprísin á tí makreli og sild, sum russisku fyritøkurnar keypa frá okkum, um hann afturfyri fekk hetta byggiloyvi, ið NATO so fegi vil hava!

Tað skal vera løgið, um ikki fleiri fólkafloksfólk við mær kenna seg illa av framferðini, og heldur høvdu ynskt at flokkurin í radaramálinum, legði herðslu á onnur viðurskifti enn tey peningaligu!

Nógv hugaligari hevði tað verið, um flokkurin t.d. kravdi, at landsstýrið samskifti beinleiðis við NATO heldur enn danir, og játtaði felagsskapinum at seta upp radaran, um felagsskapurin sjálvur fíggjaði hann, men samstundis kravdi, at radarin varð føroysk ogn, at hann eisini kundi brúkast til civila flogferðslu, og varð rikin av føroyingum ( sjálvsagt undir NATO eftirliti ) í friðartíð!

Svend Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo