Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Seinastu tíðina hevur ALS  havt eina verkætlan fyri arbeiðstøk í Klaksvík. Hetta er ein verkætlan sum er í fimm vikur og endar 8 apríl við einari framsýning av øllum tí, sum er komið burturúr.

Tað hevur verið nógvur aktivitetur, og kreativiteturin hevur verið í hásæti frá morgni til myrkurs.

Luttakararnir hava havt til uppgávu at endurnýta ALT burtur úr gomlum súkklum, og tey hava fingið nógv burturúr. Alt frá designkjóla úr súkkluslangum til ljósakrúnur hava tey gjørt. Umleið 16 fólk hava verið við, og tey hava verið sera glað fyri verkætlanina.

Upprunin til hesa verkætlan er sprottin úr fleiri hugskotum, og eftir nógvar ymiskar tankar bleiv tað til eina súkkluverkætlan við endurnýtslu sum evni.

Tá luttakararnir verða spurdir um, hvat tey halda um verkætlanina, og um hvat tey hava fingið burturúr, eru tey øll sera jalig.

"Tað hevur verið stuttligt og áhugavert. Og vit hava lært nógv, bæði í mun til møguleikar við endurnýtsluni, og vit hava lært nógv av hvørjum øðrum", siga tey.

Spurd um, hvar hugflogið og íblásturin kemur frá, svara tey, at hann er millum annað komin frá lokalu kaféini Jacqson og internetinum. Tey leggja afturat, at um tey høvdu havt fleiri amboð til taks, og um alt tilfar kundi fingist til vega her í Klaksvík, so hevði tað verið betri fyri kreativitetin. Hinvegin so lærir man at brúka tað, sum man hevur. Men í mun til umstøðurnar er nógv komið burturúr, eru tey øll samd um.

Í næstu viku verður framsýning í Býráðshøllini í Klaksvík, har øll kunnu síggja, hvat tey dugnaligu fólkini hava framleitt. Framsýningin letur upp týsdagin kl. 13 og verður til hósdagin 7. apríl. Allir lutirnir eru eisini til sølu.

Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini arbeiðsgevarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo