Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú ólavsøkan nærkast er vert at hyggja eftir ísi og ballónum og hvussu vit skriva á søluskiltini.

Fyrr kundu vit keypa svartar nekaraballónir við stórari nøs fyri nógvar pengar. Tær vórðu fyltar við gassi, sum eitt ítróttarfelag seldi í kommunuskúlagarðinum og fekk allan ágóðan av.

So komu føroysku ísarnir frá Restorff's við heitum sum Per ísur, uttan at nakar, sum æt Per tók sær tikni av tí, nú allar dámur í býnum kundu sleikja Per og býta í hann til einki var eftir.

Nú er so spurningurin, um føroyska framleiðslan hjá Fóm við eskimo ísi í luksus versjón kann halda fram, tí heitið er diskriminerandi.

Í øðrum londum hava tey skift eskimo heitið á ísi, so sami ísur nú eitur eitt kaffkrydd úr Nikaragua. Í USA hava tey boðað frá, at 88 ára gamla navnið á fótbóltsliðinum Redskins, verður skift, tí tað er diskriminerandi mótvegis upprunfólkinum.

Kanska er tíðin kom til at broyta navnið á Føroyingarfelagnum í Keypmannahavn og øllum føroyingafeløgum í allar verðini.

Tí hvat er ein føroyingur, tá alt kemur til alt?

Eftir grundlógini er ein føroyingur einki annað enn ein "herboende dansker".

Kanska verður tað heldur ikki loyvt at siga, at nakar er meira herboende enn ein annar, og so slettis ikki at hann ella hon er danskari, ella meira danskur enn ein annar, til dømis ein føroyingur.

Ís- og ballónglævir havnamævir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo