Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Pauli T. Petersen er borgarstjóri í Vestmanna.

Pauli T. Petersen er borgarstjóri í Vestmanna.

Vestmanna Kommuna hevur samtykt fíggjarætlanina.

Skattaprosentið verður verandi 21,25 %. Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000, og gjaldið fyri barnaansing verður somuleiðis óbroytt. Í Vestmanna rindar hvør familja einans fyri eitt barn.

Avlopið til íløgur næsta ár er góðar 9 mió kr.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at Barna og ungdómsøkið nú skal uppraðfestast.

Ungdómshúsið Staðið skal hava fleiri starvsfólk og tilboðini til tey ungu skulu vera fleiri. Eisini skal eitt ungdómsráð setast, fyri at tey ungu kunnu verða hoyrd, og í størri mun kunnu mynda sítt egna tilboð.

Vestmanna Skúli verður uppraðfestur. Útgerð til skúlastovur verður endurnýggjað, spæliplássið oman fyri skúlan verður betrað, ljós skal setast upp við skúlavøllin v.m. Peningur er eisini settur av til at kanna viðurskifti og hølisviðurskifti hjá Vestmanna Skúla meira.

Á tekniska økinum verður hildið fram við fleiri arbeiðum, sum eru í gongd, eitt nú liðugtgerð av Fjalsvegi og á Niðaravegi skulu ferðsluviðurskiftini betrast, eisini hjá teimum til gongu.

Fíggjarætlanin í síni heild sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo