Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Leiðslan í Vestmanna Skúla hevur í dag í samráð við landslæknan gjørt av at steingja skúlan.

Orsøkin er ógvusliga korona smittan, sum hevur plágað skúlan seinastu vikurnar. Soleiðis hava fleiri flokkar, bæði í barnaskúlanum og framhaldsdeildini verið heima í seinastuni, men nú er so avgerð tikin um at steingja allan skúlan.

- Landslæknin heitir staðiliga á foreldur um at hava børnini heima hetta tíðarskeiðið, fyri at vit kunnu basa smittuni. Mint verður eisini á um at lata tykkum pota fyri koronu, stendur í skrivi sum skúlin hevur sent foreldrunum.

Ímeðan skúlin er stongdur fáa næmingarnir undirvísing gjøgnum netið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo