Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vestmanna kommuna: Endamálið við døgunum er at skipa fyri einum trivnaðar- og mentanarátaki, sum kann styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Vit eru ovfarin yvir, hvussu góð undirtøkan hevur verið fyri Vestmannadøgunum higartil.

Fólk siga seg vera glað fyri dagarnar, har ið tey kunnu fara til tiltøk av alskins slagi, og hitta fólk, sum tey annars ikki síggja so nógv dagliga.

Ætlanin er at skipa fyri fleiri nýggjum tiltøkum hesuferð; nøkur eru við at verða fyrireikað, men okkum tørvar eisini tykkara hugskot til, hvat ið tit halda kundi verið áhugavert.

Ætlanin er at skipa fyri nøkrum gongutúrum, eins og fleiri tónleikatiltøk eisini vera á skránni. Hugnaligi morgunmaturin leygarmorgunin, har ið eini 800 fólk luttóku á seinast, verður sjálvandi aftur hesaferð, eins og fleiri tiltøk vera í høllini aftaná. Endabresturin verður leygarkvøldið, tá skipað verður fyri góðum dansi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo