Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið 15. juni kl. 19 verður Kristina hjá Mathildu og Viggo Dam á Heiminum á Grønanesi, har hon fer at siga frá sínum lívi, sum bráddliga broyttist so ógvisligt fyri 54 árum síðan. Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir Kristinu.

Hon og tvíburasystirin Súsanna fóru fyrst í 60-árunum til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Kristina fór at læra til laborant og Súsanna til sjúkrasystir.

Kristina sigur, at tríggir teir fyrstu mánaðirnir í lærutíðini vóru ein royndartíð, har ið hon altíð skuldi vera saman við einum royndum persóni, tá ið hon skuldi arbeiða við kemiskum evnum, men kortini var hon sett at gera eina vandamikla blanding, meðan hon var einsamøll, og sjálvt um hon gjørdi vart við reglurnar í royndartíðini. Og tað endaði eisini galið. Blandingin brast og eldur kom í Kristinu. Hon brendist so illa, at ongar vónir vóru fyri, at hon slapp við lívinum. Hetta hendi 14. juni 1962.

Á undirfullan hátt kom Kristina frá vanlukkuni við lívinum. Tað tók læknunum hálvt triðja ár at fáa hana á føtur aftur. Men hóast hon var 100% óarbeiðsfør, gavst Kristina ikki á hondum, men fekk sær útbúgving sum pedagogur og fór aftur til arbeiðis.

Kristina giftist í 1964 við Jørgen Grumstrup, sum hon eisini var trúlovað við áðrenn vanlukkuna. Tey búgva í Hornbæk og eiga tvær døtur: Anja fødd í 1966 og Louise í 1969.

Í samkomuhúsinum i Hornbæk (Hornbæk Sognehus) hava tey eitt tiltak, tey rópa Fredagstræf, har fólk millum annað siga frá sínum lívi. Hetta tiltakið er eina ferð um mánaðin í vetrarhálvuni.

Fólk, sum Kristina kemur saman við og sum kenna hennara søgu, mæltu henni til at fara til Fredagstræf og siga sína søgu. Tað gjørdi hon so fyrr í ár, og nú kemur hon til heimbygdina at fortelja, hvussu sær hevur gingist her lívinum.

Kristinu vísir myndir, meðan hon sigur frá, og varar frásøgnin um hálvan annan tíma. Aftan á bjóðar heimið ein drekkamunn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo