Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í skúlanum á Giljanesi eru næmingar í hádeild farnir í holtur við nýggja, spennandi breyt.

Breytin kallast Vælgerð.

Undirtøkan hevur verið framúr, og eru tað næmingar í 7, 8 og 9. fl sum hava møguleikan at velja.

Hugskotið er, fyrst og fremst, at byggja brýr millum ættarliðini.

Næmingarnir sum hava valt hesa breyt, koma á heimið hvønn hósdag at vitja. Har fara tey saman við búfólkunum á Sýnini millum annað at práta, lesa, lurta eftir tónleiki, smyrja neglalakk, krúlla hár, gera fimleik og drekka drekkamunn. Ivaleyst hava øll nógv at geva hvør øðrum, bæði av vitan og hugskotum.

Higartil hava nakrar vitjanir verið, og bæði tey eldru og børnini gleða seg almikið til næstu vitjan, sum verður í dag. Hesaferð er ætlanin, umframt vanligt prát, eisini at baka pannukøkur.

- Ivaleyst fer prátið hesaferð at vera merkt av fletting og tí sum hoyrir heystinum til.

- Umframt allan hugna, fáa næmingarnir eisini gott innilit í arbeiði og gerandisdagin á einum røktarheimi.

- Vit gleðast um samstarvi og møguleikan at víðka um virksemi saman við næmingunum, sigur Jóngerð M. Nielsen, stjóri á Vesturvón.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo