Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár skipar fyri afturvendandi tiltakinum, Vetrarljós.

Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 4. februar.

Í stuttum er tað dagurin har vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki og list á ymsum spennandi støðum í býnum.

Tónleikur verður í býnum frá kl. 19.00 og til á midnátt.

Tórshavnar kommuna syrgir fyri at skapa hugna í býnum við ymsum ljósinstallatiónum.

Um dagin frá kl 10 og 11 ber eisini til at síggja tvær framsýningar við ljóslist í ávikavist Norðurlandahúsinum og Steinprenti.

Fríggjakvøldið skipa SEV og Visit Tórshavn fyri vitjan uppi í Húsahaga, har nógv spennandi verður á skránni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo