Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Komandi vikuna fara vit at hátíðarhalda, at myrka tíðin fer aftur um bak, og at vit nú ganga ímóti ljósari tíðum - bæði so og so.

Vetrarljós 2021verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarnu árini. Í fjør vóru fleiri túsund fólk savnað í býnum. Her upplivdu tey bergtakandi ljósverk, hoyrdu livandi tónleik, fóru á listaveiði við lummalykt, lýddu á upplestur, tóku lut í rullandi busskonsertum og mangt annað spennandi.

Í ár ber ikki til at savna nógv fólk saman sum í fjør. Men býurin verður prýddur við litríkum ljósi til okkum øll at njóta.

Fyri at øll fáa høvi at uppliva serliga huglagið í býnum, er vetrarljósið í ár tendrað í eina samfulla viku.

Vetrarljós er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar kommunu og fleir onnur í býnum. Hetta er áttanda árið á rað, at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.

Vetrarljós verður frá 6. februar - 14. februar. Tiltakið tendrar klokkan 17.

Hetta kanst tú uppliva:

Listasavn Føroya       -     List í myrkri (bara leygardagin 6. februar)

Norðurlandahúsið      -     Listaverk eftir Nayab Ikram í Kringluni verður lýst upp og sæst uttanífrá

Grasagarður             -     Livandi og litrík trø í myrkri

Niels Finsens gøta     -     Litrík gongugøta

Tinghúsgarðurin        -     Leikandi ljós

Vágsbotnur               -    Ljósramma

Havnar Kirkja            -    Framsíðan verður livandi við ljósi og tónleiki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo