Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í kvøld verður kalt, turt og mestsum stilli. Men í morgin frískar hann aftur vindin av vestri ella útsynningi, skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin um 7 stig.

Týsdagin skrið ella stormur av suðri ella útsynningi og lýtt, uppí 9 stig. Okkurt æli, serliga fyrrapartin.

Mikudagin fer hann upp í norðan ella útnyrðing, framvegis væl av vindi, upp í ein strúk ella skrið, tað verður kalt,  niður í minus 2 stig og avfall gjøgnum allan dagin, kanska sum vátaslettingur ella kavi.

Hósdagin verður sum frá líður aftur líggjari, upp í 6 stig, ættin verður vestan og hann makar vindin nakað.

Fríggjadagin framvegis frískur vindur av vestri, turt fyri tað mesta og hitin um 7 stig.

Næsta vikuskifit verður aftur nógvur vindur - uppí storm sunnudagin, ættin verður millum vestan og sunnan og lýtt, upp í 8 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo