Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gjørdar úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Eitt kamera vísir eisini lundan, sum situr i lundalandinum, har einar 50 holur eru.

Tað komu fáar pisur undan tey fyrstu árini, men síðani 2014 hevur gingist betur. Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá ið tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út, og ein bleiv floygd.

Í fjør vurpu 12 lundar og allar pisurnar blivu floygdar. Í summar vurpu eisini 12 lundar, men tað gekk ikki so væl, sum í fjør. Í trimum reiðrum kom ongin pisa, hóast lundarnir vermdu eggini mestu tíðina. Í hinum 9 reiðrunum klaktust øll eggini, men ein pisa doyði. Hinar pisurnar hava klárað seg væl, og tær fyrstu tvær vórðu floygdar 7. august, sum er vanlig tíð. Enn eru 5 pisur eftir, og tær fara av stað um nakrar fáar dagar, sum er eitt sindur seinni enn vanligt.

Tað hevur verið sera ymiskt, hvussu nógvur lundi hevur sitið í bakkanum. Teir flestu dagarnar hevur ongin sitið, men so hava dagar verið, har nógvur lundi hevur sitið, serliga út á kvøldið og heilt til tað skýmdi.

Føðin hevur verið sera smátt yngul, serliga av nebbasild, men eitt sindur av størri nebbasild hevur eisini verið at sæð.

Ein onnur kanning í Skúgvi gevur eisini eina ábernding um støðuna hjá lundapisunum. Ljósloggarar verða settir á vaksnan lunda fyri at kanna, hvar lundin er um veturin. Til hetta endamálið hava vit 35 talmerkt reiður, sum verða kannað nakrar ferðir á hvørjum ári, og skrásett verður m.a. um pisur eru í reiðrunum. Í fjør vóru 17 pisur, og í summar vóru 13 pisur, so eisini her gekst heldur verri enn í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo