Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vinnuhúsið: Maria Strømme, professari í nanotøkni á universitetinum í Uppsala, sigur í greinini, at stór framstig verða gjørd innan granskingina. Nanotøkni fevnir breitt og kann m.a. gera okkum minni tengd at olju og koli. Harumframt kann nanoteknologi eisini nýtast innan heilsu og heiluvág – eitt nú til viðgerð móti krabbameini.

- Tað er sera umráðandi at brúka nanotøkni í sambandi við burðardygga orku, tí nanotøkni kann ávirka grundleggjandi veitingar, so sum mat- og vatnveiting og eisini heilivág, sigur Maria Strømme.

- Eitt annað dømi er burðardygg battarí. Tað er gjørligt at brúka cellulose og restir frá majs framleiðslu til at gera battarí betri enn tey, sum brúkt verða í dag. Slíkar broytingar bera við sær, at tað verður gjørligt at tengja nýggja vitan saman við verandi vitan og skapa nýggjar møguleikar, sigur Maria Strømme.

Bæði vinnuligt virksemi og gerandisdagurin kunnu broytast munandi, um vit seta í verk teir møguleikar, sum gransking innan nanotøkni bjóðar.

Hetta er sumt av tí, sum Maria Strømme kemur at greiða frá á ársins Vinnudegi 2016, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. september.

Les alla greinina her: (http://www.entreprenor.se/nyheter/enorm-affarsmojlighet-i-pytteliten-partikel_640876.html )

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo