Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir at teir ekstremt sex-fikseraðu undangongu-menninir í Hjúnarbands-flokkinum hava lagt kongin og totalt kapitulerað, verður helst borgfriður um allan føroyskan seksual-aktivitet komandi fýra ár.

Tað má slett ikki nevnast nakað um undirlívið tey komandi fýra árini.

Vit fáa eitt gullreint puritanskt samfelag.

Sjálvt okkara dionysiska lækju-hetja í Fuglafirði, hevur fingið munnkurv frá bæði parta-Jørgeni og Bárða løgmanni, so hann sleppur ikki at siga eitt einasta skendskt orð í fýra ár.

Stemningurin í tí nýggja landsstýrinum er so mikið puritanskur, at tað helst verður strembað eftir cølibati meginpartin av vikuni, so bara tey, sum ætla sær at reproducera samfelagið við feilfríum nýggjum og REINUM borgarum sleppa at tíggja sær eina lítla løtu á lakinum.

Hesin dispensatións-aktivitetur kann veitast teimum heilt fáu av Bill, sum verður ovasti reinsi-ministari.

Tað verður heilt bannað at tosa um sex, og sett verður eitt serligt reinsi-politivald, sum skal hava ein njósnandi forvitnan sex-fúta í hvørjari bygd, so samfelagið verður reinsað fyri allan ólevnaða ella óflýggjaligt prát.

Løgmaður hevur persónliga biðið Jógvan Læk og Bill J. knappa splittuna og tiga við øllum sjoflum sexpráti, og serliga hevur hann givið Jenisi forboð fyri at nevna eitt einasta morreytt orð í minst fýra ár.

Afturfyri hava báðir fingið útlit til ein feitan og vælbetaltan landsstýrissess, haðani teir úr Tinganesi kunnu stýra og fylgja við tí systematisku av-seksualiseringini av tí føroyska samfelagnum.

MOTTOIÐ og rakstrarrópið fyri ta nýggju samgonguna verður: Knappið splittuna!

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo