Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í áliti hjá Løgtingsins Umboðsmanni um klagu frá Kringvarpi Føroya um avgerð hjá Trygdargrunninum at nokta innlit til hýrur hjá fiskiflotanum, verður leikluturin hjá Hagstovu Føroya sum evsti hagtalsmyndugleikin í Føroyum viðgjørdur.

Leikluturin hjá Hagstovu Føroya óviðkomandi
Hagstova Føroya undrast á, at Løgtingsins Umboðsmaður tvinnir saman leiklutin hjá Hagstovu Føroya sum evsti hagtalsmyndugleikin við eina klagu frá Kringvarpi Føroya um Trygdargrunnin um noktan um innlit.

Leikluturin hjá Hagstovu Føroya er eftir okkara tykki sjálvari klaguni um noktan um innlit óviðkomandi.

Løgtingsins Umboðsmaður fingið svar uppá sínar spurningar
Løgtingsins Umboðsmaður undrast í álitinum á, at Hagstova Føroya ikki hevur dagført uppgerðina um hýrur um føroyska fiskiflotan síðan 2016.

Løgtingsins Umboðsmaður hevur fyri tíð síðani í telefonpráti við undirritaða víst til klagumál um Trygdargrunnin. Spurningur varð settur við, hvør orsøkin er, at Hagstova Føroya ikki hevur tøl, ið lýsa hýrur hjá mannskapi í føroyska fiskiflotanum fyri t.d. 2018.

Stovnurin fekk upplýst, at Hagstova Føroya í mong ár árliga hevur fingið liðugt uppgjørd tøl frá Føroya Fiskimannafelag. Talan er sostatt um hagtøl, ið verða framleitt av øðrum enn Hagstovu Føroya fyri síðan at verða løgd í almenna hagtalsgrunnin uttan nakra hagfrøðiliga viðgerð á stovninum og krevja tí lutfalsliga lítla arbeiðsorku.

Løgtingsins Umboðsmaður fekk eisini at vita, at Føroya Fiskimannafelag á vári 2018 upplýsti Hagstovu Føroya, at felagið brúkti nærum eitt ársverk til framleiðslu av hagtølum og nú tók avgerð um at raðfesta orkuna til annað virksemi hjá felagnum.

Løgtingsins Umboðsmaður fekk eisini upplýst, at Hagstova Føroya er vitandi um, at Trygdargrunnurin er kelda til líknandi hagtøl. Upplýst varð, at Hagstova Føroya hevur verið í samband við Trygdargrunnin, og tað vísir seg at vera ivasamt um tað ber til at endurskapa hagtøl eftir sama leisti, ið Fiskimannafelagið í mong ár hevur gjørt upp. Tískil er uppgerðin yvir hýrur ikki dagførd longur.

Hagstova Føroya upplýsti Løgtingsins Umboðsmanni, at stovnurin hevur uppraðfest orku seinni í ár til at fara eftir tølunum í Trygdargrunninum, so vónandi verður líknandi uppgerð aftur tøk innan ikki alt ov langa tíð. Í hesum føri er sostatt ikki talan um niðurraðfesting hjá Hagstovu Føroya av hagtølum um hýrur, soleiðis sum róð verður framundir av Løgtingsins Umboðsmanni.

Allar hesar upplýsingar og svar uppá settu spurningar hevur Løgtingsins Umboðsmaður longu fingið.

Gilli Wardum, stjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo