Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri nøkrum døgum síðan sendi Heilsutrygd Føroya fólki tíðindabræv, har sagt verður frá, at ávísur lækni var settur í læknastarv í ávísum øki í Føroyum og skal byrja í starvinum 1. apríl 2020.

Greitt verður nakað frá um lívsleiðina. Nær persónurin fekk sítt fyrsta prógv. Síðani verður upplýst, hvar viðkomandi nú nemur sær førleika, og eisini fáa vit at vita, nær viðkomandi væntandi fær eitt prógv aftrat.

Eg vildi ynskt, at Heilsutrygd, hvørjaferð Heilsutrygd setti lækna í starv, væl og virðiliga lýsti fyri Føroya fólki, hvør lækni settur er, nakað soleiðis sum gjørt er omanfyri.

Á henda hátt visti vit, hvør lækni tók sær av okkum, um vit komu í svára heilsuneyð.

Men tað ger Heilsutrygd ikki.

Tá Heilsutrygd setur lækna í starv í læknavaktini, sum líður væl til 82 ár, átti tað at verði lýst fyri Føroya fólki.

Tit áttu at sagt okkum, nær viðkomandi fekk læknaprógv. Hvussu ofta viðkomandi hevur nomið sær meir kunnleika, og nær tað bleiv gjørt seinast.

Eisini átti Heilsutrygd at upplýst Føroya fólki, nær viðkomandi seinast var til roynd og eftirlit og hjá hvørjum.

Fegin vilja vit eisini vita, hvussu leingi menniskja er ført fyri og hevur loyvi at starvast sum lækni.

Um lívsleiðina átti Heilsutrygd at upplýst, at læknin fyri skjótt 20 árum síðan fór úr føstum starvi fyri aldur. At viðkomandi síðan tá hevur fingist við ymiskt til dagdvølju, men tað er ikki nógmikið, og tí er komin í læknavaktina at vera. Hetta er júst rætta staðið at stytta sær stundir.

Hevði Heilsutrygd havt lýst førleikan og lívsleiðina hjá læknanum í læknavaktini sum omanfyri hevði verið øðrvísi hjá okkum. Vit høvdu ikki farið til læknavaktina.

Í svárari heilsuneyð søktu vit læknahjálp á miðjari nátt fyri triðju ferð sama dag tann 6. apríl 2018.

Tann tá  81,5 ára gamli læknin "kannaði" konuna. Ikki var neyðugt at fara eftir nøkrum amboðum, sum kundi lýsa støðuna betur. Læknin visti.  Hann sá tað við einum hálvum eyga.

Blóðprøvi ella EKG og ymiskt annað var ikki neyðugt at lýsa støðuna, hevur hann mett.

Hetta er ikki álvarsligt, og tað fer at ganga yvir av sær sjálvum. Tá tú hevur ligið undir dýnuni í nakrar vikur, er tað burtur, segði læknin.  

Vit høvdu álit á læknanum.

At sjúkugreiningin var burtur úr vón og viti vísti seg seinri, men tá var ov seint.

Læknin kundi eins væl givið konuni líkklæði við sær til hús. Hon livdi ikki nógvar dagar aftaná.

Nakrar mánaðir seinri hoyra vit fólk siga, læknin er dementur, og nú hoyrist millum fólk, at læknin situr á røktarheimi og spælir við dukkur.

Hetta er okkara trygdleiki.

Hevði læknin kannað konuna gjølla og lurtað eftir sjúkueykennunum, sum hon greiddi frá, hevði hann alt fyri eitt lagt hana á sjúkrahúsið, og hon hevði uttan iva ikki verið deyð. Somikið hava vit fingið at vita frá myndugleika.

Henda sjúkrasøgan er mikið meira syrgilig enn omanfyri skrivað.

Kanska eg eri førur fyri at skriva eina aðru ferð.

Hví stovnurin eitur Heilsutrygd er mær ein gáta.

Hans Michelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo