Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd við loyvi frá Hjalmar Jóhan Juul

Mynd við loyvi frá Hjalmar Jóhan Juul

Mynd við loyvi frá Hjalmar Jóhan Juul

Síðani undirritaði skrivaði greinina: “... tey stúra fyri forfylging, smáligari elting og at fella í ónáðir ...”, hava nógv fólk gjørt vart við seg, greitt frá dømum, og hvørja ávirkan teirra ALMENNU viðmerkingar hava havt fyri tey og teirra familju. Takk fyri tykkara ískoyti.

Frágreiðingarnar vóru stundum daprar, nívandi, ógvusligar og hjartanemandi at lurta eftir.

Men tað eru ikki bara tey, sum gera vart við seg, sum ALMENNIR viðmerkjarar, skriva greinar ella lesarabrøv, men eisini øll hini, sum ikki troysta sær yvirhøvur at luttaka í almenna kjakinum. 

Júst orsaka av teimum sjónarmiðum, sum komu fram í grein míni, halda tey seg burtur frá at luttaka í almenna orðaskiftinum. Tey vóru sanniliga døpur í huga, og lótu ongan iva vera um vónloysi teirra.

Hetta vóru boðini frá teimum!

Hvørji eru hesi fólkini?
Hugsaði við mær sjálvum: hvat er hetta fyri samfelag vit liva í, hvørju eru hesi fólkini, sum ræða øðrum fólkum frá at gera almennar viðmerkingar?

Jú, umframt “privatir” einstaklingar, so sita nøkur í almennum størvum, onnur, sum fólkavald umboð, og tá eg spyrji hvørji tey umboða, so svara tey flestu sum í ein munn, at tey hava varhugan av, at tey í høvuðsheitum umboða:

• Síni egnu áhugamál

• Áhugamálini hjá familju, vinum og kenningum

• Áhugamálini hjá sínum egna arbeiðsplássi.

..... og at áhugamálini hjá samfelagnum í síni heild komu í FJÓRÐU røð.

Hetta vóru frágreiðingarnar. Eftir mínum tykki ódámligar útsagnir.

Fólkaræði ikki ein trupulleiki, men
Men heilt samdur eri eg kortini ikki við øllum útsagnunum. Tað finnast fólk í almennum ábyrgdar størvum, sum røkja størv síni samvitskufult og á ein fyrimyndarligan hátt, spell er tað, at tað skulu vera tey fáu, sum á ein ófantaligan og óunniligan hátt IKKI gera sítt arbeiði til lítar, sambært teimum ásetingum, sum tey til eina og hvørja tíð eru fevnd av.

Tað er ikki skipanin hjá fólkaræðinum, sum er ein trupulleiki, men tey fáu, sum ikki duga sær hógv, og sum brúka støðu sína tilvildarliga og á ein óhøviskan hátt til egnan fyrimun.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo