Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið/Tekstur og mynd: Rúni Bjarkhamar: Í Skúlanum við Streymin hava lærararnir, Mirjam Zachariasen og June Eyð Joensen, eitt boð upp á, hvussu farast kann fram, so fjarstøðan millum skúla og barnagarð gerst so ørstutt sum til ber.

Mirjam greiðir frá, at tá skúlaárið byrjar í august, hevur skúlin havt ta skipan, at ein lærari fer yvir í barnagarðin eina ferð um vikuna.

- Hann hevur ymiskt lætt tilfar við sær, eitt nú uppgávur við tølum og bókstøvum. Dentur verður eisini lagdur á at spæla málspøl, sum vit hava gjørt, við børnunum. Hesa skipanina hava vit fram til jóla. Eftir jól koma børnini so higar í skúlan tveir tímar um vikuna. Endamálið við tí er at venja tey við sjálvt skúlaumhvørvið. Tey eru í eini skúlastovu, sita á føstum plássum, tey læra, hvussu tú setir skógvarnar frá tær, ja, í grundini verða tey kunnað um, hvussu skúlin virkar.

- Endamálið við skipanini, vit hava, er, at børnini skulu kenna seg trygg við skúlaumhvørvið, t.e., at tey fáa eina veruliga mynd av, hvat ið tað merkir at ganga í skúla, sigur June Eyð. - Okkara royndir siga okkum, at hetta er ein góð skipan. Vit síggja, at næmingarnir kenna seg tryggar við skúlabyrjanina, ikki minst tí, at teir kenna lærararnar, sum skulu undirvísa teimum. Sjálvandi eru børnini eins spent og onnur børn, sum fara í fyrsta flokk, men lítil fjáltur er á teimum, tí tey kenna umstøðurnar. Tey vita, hvar tey skulu heingja jakkarnar, hvar vesið er, og hvar bókasavnið og aðrar stovur í skúlanum eru.

Mirjam greiðir frá, at tey hava skipað so fyri, at skúlafyrireikingartímarnir eru samstundis, sum hini skúlabørnini eru í skúla.

- Tað gevur børnunum eina natúrliga kenslu av umstøðunum, at tey t.d. fara í fríkorter eins og hini børnini. Fyri at leiðin úr barnagarðinum yvir í skúlan skal vera so lagalig sum gjørligt, koma starvsfólk úr barnagarðinum við børnunum ta fyrstu tíðina, men so við og við fara tey spakuliga burturfrá, so børnini klára seg sjálv í sínum nýggja umhvørvi.

Tá borið verður upp á mál, at aðrastaðni í landinum hava myndugleikar valt at nýta ein øðrvísi framferðarhátt, tá ræður um at búgva børn til skúlabyrjan, sigur Mirjam, at í Skúlanum við Streymin hava tey so valt henda leistin.

- Tað, sum vit gera her í okkara skúla, er komið í lag, tí vit varnaðust, at tørvur var á tí. Vit hildu, at tað gagnaði bæði børnunum og lærarunum, at vit lærdu børnini betur at kenna, og at tey lærdu okkum og skúlan betur at kenna.

Lesið alla greinina í Skúlablaðnum, sum kom í august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo