Elska øll, lít á fá og skaða ongan
- William Shakespeare

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Býráðið í Vága kommunu samtykti á fundi herfyri at stovnseta ein viðtaluportal til kommunulæknarnar á Heilsudeplinum í Vágum.

Brúkarin kann, við hesum portali, sjálvur biðja um eina viðtalutíð hjá tí læknanum, hann ynskir viðtalu hjá.

Portalurin verður gjørdur fartelefon vinarligur. Læknaskrivarin sendir eina áminning umvegis teldupost ella sms ein tíma áðrenn viðtaluna. Um seinkingar eru, verður boðað frá um tað.

Hesin portalur kemur at gera tað hópin lættari at fara til kommunulæknan, tá tað passar einum sjálvum best, samstundis sum hann kemur at spara vágafólki hópin at tíð at bíða eftir tørni.

Sørvágs kommuna hevur játtað at vera við í rakstrinum av viðtaluportalinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo