Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað er eingin ivi frá uppskotum, sum hava verið samtykt á løgtingi, hvør hugsanin hevur verið um undirsjóvartunlarnar, tá ið teir eru afturgoldnir.

Í einum uppskotið frá 2002 viðvíkjandi meirvirðisgjaldi, kemur sera greitt fram í viðmerkingunum til uppskotið, sum er einmælt samtykt, hvør hugsanin er og hvat skal henda, tá ið tunlarnir báðir, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, eru afturgoldnir.

- Endamálið við hesum lógaruppskotinum er at frítaka bummgjaldið í sambandi við ferðing og flutning gjøgnum tunlar, brúgvar og aðrar vegir í sambandi við almenna vegarkervið fyri meirvirðisgjald. Í dag verður einki bummgjald kravt fyri at nýta almenna vegakervið, men frameftir fer tað at verða kravt bummgjald fyri at nýta teir komandi undirsjóvartunlarnar.

- Støðan viðvíkjandi undirsjóvartunlum í dag er tann, at tunnilin millum Streymoynna og Vágoynna verður tikin í nýtslu um heilt stutta tíð, og fyrireikingar eru longu farnar í gongd at bora undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Borðoynna. Undirsjóvartunnilsverkætlanirnar eru skipaðar soleiðis, at tað eru almenn partafeløg, sum standa fyri verkætlanunum, P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um fleiri undirsjóvartunlar í løtuni.

- Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er aftrugoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. Støða verður tá eisini tikin til, um skipanin við bummgjaldinum skal halda fram.

- Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa løguverkætlan, sum annars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur.

- Við hesum lógaruppskotinum verður bummgjaldið frítikið fyri meirvirðisgjald, samstundis sum partafeløgini, ið standa fyri undirsjóvartunlunum, fáa inngangandi meirvirðisgjaldið endurgoldið úr landskassanum. Á henda hátt verða lánini til undirsjóvartunlarnar skjótari afturgoldin, og bummgjaldið verður eitt brúkaragjald, sum fer beinleiðis til at fíggja tunnilin.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar
§ 1
Við hesi lógarbroyting verður eitt nýtt undantak sett inn í § 12 í meirvirðisgjaldslógini. Ætlanin
við lógaruppskotinum er at frítaka bummgjald fyri meirvirðisgjald. Við hesum verða øll gjøld,
sum verða kravd fyri koyring gjøgnum tunlar, ella koyring eftir brúgvum og vegum, sum hava
samband við tað almenna vegakervið undantikin frá meirvirðisgjaldi.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo