Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Bussur hjá Bygdaleiðum koyrur av Flogvøllinum og til Havnar í sambandi við flogførini, men tað eru kanska ikki øll sum vita, at tað er ókeypis at koyra við bussinum.

Strandferðslan hevur ein stubba á síni heimasíðu, sum var lagdur út longu tann 19. mai 2020, har kunnað verður um bussrutuna í sambandi við flogførini.

- Hesin bussurin tekur ikki onnur ferðafólk upp á leiðini, men koyrir beinleiðis, bert við ferðafólki sum koma við flogfarinum.

- Flogleiðin skal bíleggjast á telefon nummar 770000 dagin fyri ynsktu fráferð. Skipanin er galdandi frá 20. mai, skrivar SSL.

Á heimasíðuni verður einki sagt um kostnaðin, men tað er heldur eingin grund til, tí bussferðin av Flogvøllinum og til Tórshavnar er ókeypis.

SSL sigur at orsøkin til, at bussur er settur inn í hesa rutuna er fyri at fyribyrgja at Covid19 fer at gera um seg aftur.

Ein leigutúrur av Flogvøllinum og til Havnar við antin Bil ella Auto kostar 750 krónur.

Á túrinum til Havnar í dag í sambandi við flogfarið hjá Atlantsflogi, var bara eitt ferðafólk við bussinum, men tað er ikki vanligt.

Mynd: VP

Mynd: VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo