Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað var á eini konserferð í Føroyum fyri nøkrum árum síðani at tónleikararnir í Passepartout duoini, sum vóru her saman við íslendska komponistinum Hafdís Bjarnadóttir, fingu hugskotið til at gera tónleik burturúr ljóði sum hevur samband við seyð.

- Eg ætli at taka upp ljóð sum hevur samband við seyð, og eg ætli eisini at spæla guitar fyri seyðinum og taka upp, sigur Hafdís við Morgunblaðið, sum eisini verður endurgivið í Iceland monitor.

Hon greiðir somuleiðis frá, at hon hevur spurt bøndur, hvørji ljóð seyði dámar, og teir hava greitt henni frá, at tað serliga er ljóðið sum seyður setur í samband við fóðring, honum dámar.

- So tað verður eisini við, sigur hon.

Tey ætla, at verkið skal vera liðugt í summar, og tá koma tey eisini til Føroya at hava konsertir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo