Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú dustið frá verkfallinum hjá pedagogunum er um at leggja seg, loyvi eg mær at koma við nøkrum hugleiðingum.

Fakfeløgini rópa um verkfalsrættin, og tað skulu tey. Men Løgtingið skal eisini blanda seg, tá fakfeløg fara út um mark. Við verkfalsrætti fylgir eisini ein ábyrgd, og er hon, millum annað, ikki at fara út um etisk mørk. At steingja bústovnar hjá børnum við sverari autismu, og øðrum brekaðum, er at fara út um alt lágmark. Hesi menniskju hava frammanundan eitt sera trupult lív, og teimum tørvar okkara verju og stuðul.

Ikki stein oman á byrðu!

Til stóran lætta hjá okkum avvarandi at fólki við breki, tykist hendan samgongan vilja sláa ring um brekað fólk, og tryggja teimum virðilig rættindi og lívsfrið her á landi.

Landsstýrismaðurin, ið varar av arbeiðsmarknaðarmálum, ætlar at fara til samráðingar við fakfeløgini, at royna at fáa skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og fáa gjørt avtalu um at verja tey brekaðu, tá verkfall er.

Eg eri ikki samd, tá hann sigur, at sjálvandi eigur fakfelagið at fáa nakað afturfyri at frásiga sær ”rættin” at brúka brekað sum jarnbrot í sáttmálasamráðingum.

Tað átti at verið so sjálvsagt, sum amen í kirkjuni, at brekað ikki eiga at vera ein forhandlingsvøra.

Yvirhøvur vantaði hendan etiska diskussiónin, og her sviku eisini miðlarnir fólk við breki og familjur teirra.

Sum fjórða statsvald, eiga miðlarnir at halda politiska myndugleikan í rímiliga stuttum bandi, men teirra ábyrgd er eisini tala at, tá onnur við stórum valdi gera stóran skaða, so sum fakfeløg, tá tey fara út um mark.

Mín vón og áheitan er, at hendan etiska diskussiónin verður tikin upp, og at livandi fer at verða hjá fólki við breki í Føroyum.

Aimi G. Justinussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo